EM-kvinnurnar tiknar út

bannari
EM-kvinnurnar tiknar út
Claus Mogensen hevur tikið 18 spælarar út til EM-endaspælið, sum byrjar síðst í november
Basel nærkast: Jana Mittún er - ikki óvæntað - ein av teimum 18, sum skal við til EM
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
06.11.2024 - 10:31

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava tikið 18 spælarar út sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Sveis.

Føroyar spæla sín fyrsta dyst ímóti Sveis 29. november, og síðan eru Kroatia og Danmark á skránni. 16 spælarar vera á dómaraseðlinum til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast aftur 18. november til venjingar í Føroyum. Fríggjdagin 22. og leygardagin 23. november spæla Føroyar venjingardystir móti ligalandsliðnum hjá Svøríki. Hesir verða í Klaksvík og á Skála.

Mikdagin 27. november ferðast liðið til Basel.

 

Føroyski EM-hópurin

Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Strikur
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin

Bakkar
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)

 

Dystarskráin

Fríggjadagin 29. november klokkan 17.00: Sveis – Føroyar
Sunnudagain 1. desember klokkan 14.30: Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. desember kl. 17.00: Føroyar – Danmark

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985