
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Tað kendist kanska sum eitt vónbrot, tá spælararnir heilsaðust beint eftir dystin, men stigið ímóti Montenegro kann skjótt vísa seg at gerast nógv vert, tá støðan í bólkinum skal gerast upp næsta ár.
Sum í einum boksidysti, skiftust liðini um at sláa. Viðhvørt raktu føroysku sløgini meinast, viðhvørt tey montonegrinsku, og soleiðis skifti leiðslan - sum ongantíð var størri enn tvey - hendur í heilum.
Óli Mittún átti greitt brotskast og Føroyar harvið kjans at leggja seg framum við tveimum stutt fyri leiklok, men dómararnir, sum yvirhøvur loyvdu nógvum, lótu ikki við seg koma, tá bakkurin var hildin í skotløtuni.
Tá kundi avgerðin fallið. Í staðin javnaði heimaliðið, og føroyingarnir í undirtali fingu ikki gagnnýtt síðstu 10 sekundini. Máltalvan steðgaði á 34-34, men súrligi smakkurin beint eftir dystin, man fara at gangast betur, sum tíðin líður.
Hildu ondini til síðsta bríksl
Føroyar komu til Podgorica við einum sannførandi sigri í viðførinum, meðan Montenegro hevði eitt minus 11-tap í huga, men dysturin var javnur frá fyrsta bríksli.
Bæði liðini høvdu okkurt at hevna frá EM-endaspælinum seinast. Føroyingarnir, at Montenegro meir ella minni lat Sveis vinna við heili 17 málum í síðsta bólkadystinum - eitt úrslit og ein dystur, sum sendu Føroyar heim, og ivaleyst vildu heimamenninir vaska EM-stórtapið fyri Føroyum av sær.
Dysturin gjørdist kortini ongantíð skitin. Dómararnir loyvdu hørðum spæli, spælararnir hildu seg í stóran mun røttu megin linjuna, og viðhaldsfólkini kundu bara halda ondini til síðsta bríksl.
Nógv góð avrik
Óli Mittún helt fram, har hann slapp í heimadystinum ímóti Kosovo, og tá ið á stóð ímóti endanum, og heimaliðið dekkaði GOG-bakkin upp, tók Elias Ellefsen á Skipagøtu dirigentleiklutin á seg.
Annars vóru avrikini yvirhøvur góð. Vilhelm Poulsen spældi ein branddyst á høgra bakki við sjey góðum málum upp á níggju skotroyndir, og Hákun West av Teigum skoraði eisini væl ímóti Nebojša Simić, sum elvdi til ávísa stúran fyri dystin.
Sum væntað smurdi Ungarn Kosovo av, og Føroyar eru tí næstfremst í bólkinum, nú teir fara í EM-frí og heldur fara at gera seg til reiðar til HM-endaspælið í januar.
Bemax Arena, Podgorica (EM-undankapping, 2. umfar)
Montenegro - Føroyar, 34-34 (18-17)
Føroyskir málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 7, Hákun West av Teigum 5, Teis Horn Rasmussen 4, Bjarni í Selvindi 2, Leivur Mortensen 1