Hoyvík verður triðstørsta valstað í landinum

bannari
Hoyvík verður triðstørsta valstað í landinum
Meir enn 3.000 veljarar skulu greiða atkvøðu í Hoyvík á kommunuvalinum komandi týsdag
Jóan Petur Hentze er formaður í valnevndini í Tórshavnar kommunu
Mynd: Bárður Veihe  
 
06.11.2024 - 15:11

Eftir seinasta løgtingsval bleiv gjørt av, at eitt nýtt valstað skuldi verða í Hoyvík. Tað eru tað fleiri orsøkir til, sigur Jóan Petur Hentze, formaður í valnevndini í Tórshavnar kommunu.

Joan_Petur_1

 

Eitt valstað afturat merkir, at tað verður brúk fyri meira fólki til at telja upp, men ein partur av teimum kann takast frá høllini á Hálsi.

Joan_Petur_2

 

Formaðurin í valnevndini stúrir ikki fyri, at endaliga valúrslitið fyri Tórshavnar kommunu verður serliga nógv seinkað av, at eitt stórt valstað er komið afturat.

Joan_Petur_3

 

Næstan 3.300 veljarar skulu velja í Hoyvíkshøllini týsdagin. Harvið verður Hoyvík triðstørsta valstað í landinum aftaná høllina á Hálsi og høllina í Klaksvík. Gott og væl 10.600 fólk skulu velja í høllini á Hálsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439