Hátíðarhildu nýggja hádeild

Hátíðarhildu nýggja hádeild
Fríggjadagin var hátíðarhald á nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla, sum fevnir um næmingar úr forskúla til og við 9. flokk, sum ynski hevur verið um at fingið í mong ár.
 
10.11.2024 - 18:17

Býráðið samtykti í februar í 2022, at skúlatilboðið í Sankta Frans skúla skuldi víðkast, og hálvan august í ár kundu so 88 næmingar byrja har.

Nýggi bygningurin hevur seks skúlastovur, eina nýmótans alis- og evnafrøðisstovu og eitt samantvinnað bókasavn og felagsøki, umframt tvey bólkarúm, serrúm til Gigni, Rásina og til bólkaarbeiði.

Heiðrikur á Heygum er í ferð við at listprýða miðhølið í skúlanum við søguni um Guttorm í Múla, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Pláss er fyri 150 næmingum og 12-14 starvsfólkum í nýggju hølunum, ið gera, at nú slepst undan, at næmingar í Sankta Frans skúla skulu leita sær eftir øðrum skúla, tá ið teir eru lidnir við 7. flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221