Lóg á veg um eftirgjørdan gitnað

Lóg á veg um eftirgjørdan gitnað
Eitt uppskot um ríkislógartilmæli - lógin er donsk - er sent til hoyringar 
Ein lóg um viðgerð fyri barnloysi er á veg.
 
11.11.2024 - 06:45

Nú koma reglur um eftirgjørdan gitnað í Føroyum.

Eitt uppskot um ríkislógartilmæli - lógin er donsk - er sent til hoyringar. 

Í løtuni eru ongar lógarreglur um eftirgjørdan gitnað í Føroyum. 

Í okkara grannalondum eru viðurskiftini viðvíkjandi viðgerð móti barnloysi lógarásett. 

Millum annað skal støða takast til, hvørjar treytir skulu setast fyri at kunna fáa tilboð um viðgerð móti barnloysi, og um landið skal fíggja viðgerðina ella part av henni.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja rættindi og skyldur, tá brúk er fyri hjálp til at gerast foreldur. 

Tað er umráðandi at tryggja, at øll hava somu atgongd til viðgerð fyri barnloysi, samstundis sum tað er greitt ásett, hvørjar treytir og rættindi eru galdandi í sambandi við viðgerð fyri barnloysið, skrivar Heilsumálaráðið. 

Í lógini verður eisini ásett, nær og undir hvørjum umstøðum, granskast kann í hesum øki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162