USA: Ivi um ráðharraevni

USA: Ivi um ráðharraevni
Pete Hegseth, sum Donald Trump hevur kosið sum ráðharra í nýggju stjórn síni, hevur verið kannaður fyri møguligan kynsligan ágang.
Fox News-tíðindavertin, Pete Hegseth, ger samrøðu við komandi forsetan, Donald Trump
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters  
 
16.11.2024 - 18:35

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kosið Fox News-tíðindavertin, Pete Hegseth sum nýggjan verjumálaráðharra.

Men nú er komið fram, at hann í 2017 varð kannaður fyri møguliga at hava framt kynsligan ágang.

Hósdagin váttaði politiið í Monterey í Kalifornia, at Hegseth var kannaður fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu á einum gistingarhúsi tann 8. oktobur í 2017, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Kvinnan skal hava fingið blá merki á høgra læri eftir hendingina, sigur politiið, men sakførarin hjá Hegseth vísir hesum aftur.

- Politiið kannaði málið, men fann eingi prógv, sigur hann.

Kortini skapar sjey ára gamla málið ófrið rundan um setanina av Pete Hegseth sum ráðharra, bara tveir dagar eftir at hann varð útnevndur.

CNN sigur, at einki bendir á, at Hegseth er blivin kannaður so væl, sum vanligt er at gera tað, áðrenn tað kemur so langt sum til at kunngera eitt ráðharraevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457