Einki nýtt um sendistovuna í Moskva

Einki nýtt um sendistovuna í Moskva
Hon er ómannað. Og útlit eru ikki fyri, at virksemið verður tikið uppaftur í bræði 
Sendistovan í Moskva er ómannað.
 
18.11.2024 - 06:14

Tað verður ikki í bræði, at føroyska sendistovan í Moskva letur uppaftur.

Hon er ómannað. Og útlit eru ikki fyri, at virksemið verður tikið uppaftur í bræði. 

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Ráðið sigur, at sendistovurnar verða alsamt eftirmettar. 

Um nýggjar sendistovur sigur ráðið, at hóast møguligar nýggjar sendistovur av og á vera umrøddar, til dømis í Grønlandi og í Noregi, so eru hesar ætlanir ikki ítøkiligar.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025 eru 37 milliónir krónur til tær átta sendistovurnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890