Vænta vápnahvíld í Libanon

Vænta vápnahvíld í Libanon
Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, heitti á G7-toppfundinum á Ísrael um at atkvøða fyri avtaluni um vápnahvíld við Hezbollah
Uttanríkisráðharrin í Libanon hevur vónir, at ein vápnahvíld fæst í lag millum Ísrael og Hezbollah longu í kvøld. (Savnsmynd)
 
26.11.2024 - 14:23

Uttanríkisráðharrin í Libanon, Abdullah Bou Habib, væntar, at vápnahvíld millum Hezbollah og Ísrael fæst í lag, skrivar Reuters.

- Vónandi longu í kvøld, sigur hann við tíðindastovuna. 

Hann sigur eisini, at USA kann hava stóran leiklut í at endurreisa undirstøðukervið í Suðurlibanon.

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, heitti á G7-toppfundinum á Ísrael um at atkvøða fyri avtaluni um vápnahvíld við Hezbollah.

 

Eingin umbering

- Eingin umbering er fyri ikki at gera tað, segði hann, sambært Reuters.

- Vit vóna, at ísraelski forsætisráðharrin Netanyahu góðkennir avtaluna, sum USA og Frakland eru komin við. Ikki fleiri umberingar. Ikki leggja meira aftrat, segði Josep Borrell.

Fyrrverandi undirstjórin í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, Jacob Kaarsbo, er sannførdur um, at vápnahvíld millum Hezbollah og Ísrael verður veruleiki.

Spurningurin er tó, um talan verður um ein steðg í 60 dagar, sum avtalan sambært næstformanninum í libanska tinginum vil vera við, ella um friður fer at valda í langa tíð.

Men avtalan um vápnahvíld er treytað av, at Hezbollah ikki brúkar vápnahvíldina til at endurskipa seg, sigur Jacob Kaarsbo við danska TV2.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083