Varðin á Tvøroyri framvegis góðkendur

Varðin á Tvøroyri framvegis góðkendur
Náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu er ikki liðug at viðgera byggingina
Málið um útbyggingina hjá Varðanum á Tvøroyri bleiv drúgt.
 
26.11.2024 - 05:54

Virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Varðin Pelagic hevur fingið góðkenning bæði sambært havumhvørvisverndarlógini og umhvørvisverndarlógini.

Umhvørvisstovan hevur góðkent ætlanina hjá Varðanum Pelagic at gera fiskaprotein og lýsi.

Við støði í umhvørvisárinsmetingini hjá Varðanum metir Umhvørvisstovan ikki, at sjáldsom náttúra á sjónum, á botni ella fram við strondini fer fyri skeytið, at útlát av spillivatni fer at hava skaðilig árin á fjørðin ella at roykur, óljóð ella annað fara at vera til munandi ampa ella skaða fyri umhvørvið á sjónum ella fram við strondini. 

Kanska fer útbyggingin at ávirka nakað rekreativ virði, fríløtuvirði, niðri við fjøruna eystan fyri virkið.

Men Umhvørvisstovan heldur, at tá útfyllingin verður flutt út frá fjøruni, og spillvatnsleiðingarnar, sum nú ávirka økið, vera førdar longur út, minka hesa ávirkan.

Kann kærast

Avgerðin um góðkenningina kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 23. desember.

Náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu viðger av nýggjum byggingina hjá Varðanum í Tvøroyri.

Varðin Pelagic og Tvøroyrar kommunu hava biðið um at fáa málið úr aftur Yvirfriðingarnevndini og hava biðið náttúrufriðingarnevndina viðgera tað av nýggjum.

Tann viðgerðin er ikki liðug enn.

Tá náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu er liðug, fer málið aftur í Yvirfriðingarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190