Marita Sumberg eisini næstu fýra árini

Marita Sumberg eisini næstu fýra árini
Marita Sumberg heldur fram sum borgarstjóri á Viðareiði
Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði
 
04.12.2024 - 18:23

Tað var annars Hans Jákup Kallsberg, ið fekk flestar atkvøður, 46, á einasta listanum, ið stillaði upp.

Marita Sumberg var næst og fekk 44.

Kortini varð Marita Sumberg vald, tá ið bygdaráðið skipaði seg á fundi í gjárkvøldi.

Á fundinum í gjár vóru tvey uppskot til borgarstjóra: Hans Jákup Kallsberg og Marita Sumberg. 

Hans Jákup Kallsberg fekk tvær atkvøður, meðan Marita Sumberg fekk tríggjar atkvøður, og hon er sostatt vald.

Hans Jákup Kallsberg varð valdur til varaborgarstjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542