Red Red Wine á Summarfestivalin

Red Red Wine á Summarfestivalin
Fyrrverandi sangari í UB40, Ali Campbell, og bólkur hansara verður eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum næsta ár
Ali Campbell kemur til Summarfestivalin við bólki at spæla komandi summar
 
13.12.2024 - 17:40

"Red Red Wine", "Kingston Town" og "Can't Help Falling In Love" fara at runga á Vágsbøi komandi summar. 

Ali Campbell, ið er upprunaligi sangarin í UB40 og í dag spælir við bólki sínum undir navninum UB40 featurin Ali Campbell, verður eitt av høvuðsnøvnunum. 

Hetta kunngjørdi Erik Biskupstø, fyriskipari, í sendingini Vikuskiftið seinnapartin. 

 

Selt 100 milliónir plátur

UB40 var, sum sagt, stovnaður í Birmingham í Onglandi í 1978.

UB40 bleiv kendur fyri sínar reggae-tulkingar av sangum hjá øðrum, serliga Neil Diamond-sanginum “Red Red Wine”, Elvis-slagaranum “Can’t Help Falling In Love”, og Sonny og Cher-sanginum "I Got you Babe", sum UB40 framførdi saman við Chrissie Hynde.

Men UB40 hevur eisini hittað við sangum sum “Kingston Town” hjá Lord Creator, “Here I Am (Come And Take Me)” hjá Al Green og “The Way You Do The Things You” hjá The Temptations hava hittað stórt  

Øll árini frá 1978 og fram til 2008 var manningin í UB40 støðug, men tá fór upprunasangarin og eyðkenda røddin í bólkinum, Ali Campbell, burturúr. Meðan upprunaligi bólkurin spælir víðari við nýggjum sangaran, stovnaði Ali Campbell sína evnu útgávu av UB40 featuring Ali Campbell, og tað er tann útgávan av bólkinum, ið kemur til Føroya at spæla. 

Tað er eitt sindur sum, tá tað vóru fýra ymiskar útgávur av Boney M á konsertferð kring heimin, og í nýggjari tíð tvær útgávur av rokkbólkunum Skid Row og Queensrÿche. 

 

Hvat: Summarfestivalurin
Hvar: Í Klaksvík
Nær: 7. til 9. august 2025. 
Nøvn: UB40 featuring Ali Campbell

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575