GAFFA: "Ratking" hjá Brimheim er ársins besta danska tónleikaútgáva

GAFFA: "Ratking" hjá Brimheim er ársins besta danska tónleikaútgáva
Føroyska Brimheim eigur bestu donsku tónleikaútgávuna í 2024. Tað halda í øllum førum journalistarnir hjá kenda danska tónleikatíðarritinum GAFFA
Mynd: Andre Hansen  
 
19.12.2024 - 10:56

"Dette album er oplevelsesrigt, frækt og nuanceret."

Soleiðis stendur skrivað í GAFFA um tónleikaútgávuna "Ratking" hjá Brimheim, sum kenda danska tónleikatíðarritið júst hevur kosið til at vera ársins besta danska tónleikaútgávuna í 2024. 

"Ratking" hjá Brimheim er vald fram um plátur hjá so stórum nøvnum Thomas Helmig, Søren Huss, Hugorm, Rigmor og onnur. 

"Blandingen af håndspillet energi og snerrende elektronik er med til at give lydbilledet masser af kant, og sangskrivningen er på et tårnhøjt niveau, lige fra åbneren ”Dancing in the Rubble”, der overrasker vildt opbygningsmæssigt ved at afmontere i stedet for at bygge op, til den afsluttende klaverballade ”Hurricane”," stendur skrivað í GAFFA um "Ratking". 

Stóri heiðurin er ein staðfesting av, at Brimheim er komin upp á ovastu rók á danska tónleikapallin. Nú snýr tað seg um, at restin av heiminum skal uppdaga dugnaligu føroyskt-donsku tónlistakvinnuna. 

Tað greiddi Brimheim, sum í veruleikanum eitur Helena Heinesen Rebensdorff, frá, tá hon var gestur í sendingini LEITISSTEIN fyrr í ár. 

 

>>Hoyr LEITISSTEIN-sendingina, har Brimheim var gestur, HER.

 

1662047

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391