Fult umfar í bestu hondbóltsdeildunum

Fult umfar í bestu hondbóltsdeildunum
Sjey dystir eru í bestu føroysku hondbóltsdeildunum í dag. Tríggir hjá monnum og fýra hjá kvinnum.
VÍF spæla ímóti KÍF í Vestmanna í dag. Fult umfar er bæði hjá kvinnum og monnum
 
21.12.2024 - 10:05

Fult umfar er í bestu hondbóltsdeildunum í dag. 

Í landskappingini við monnum spælir toppur ímóti botni, tá Team Klaksvík klokkan fimm seinnapartin tekur ímóti oddaliðnum Kyndli.

Í Vestmanna er grannauppgerð, tá VÍF og KÍF bresta saman klokkan fýra, og klokkan fimm spæla StÍF og H71 á Skála.

Fýra dystir eru hjá kvinnunum.

Tann fyrsti er í Havn klokkan hálvgum tvey millum Neistan og VB, klokkan tvey spæla VÍF og EB í Vestmanna.

Hinir báðir dystirnir eru klokkan trý, tá ið StÍF og H71 spæla á Skála og Stjørnan og Kyndil í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961