Skaði fyri nakrar milliónir

Skaði fyri nakrar milliónir
Farmaskipið Akranes hjá Smyril Line kom í ringan sjógv norðan fyri Føroyar
Nógvir trailarar fingu skaða, tá Akranes kom í ringan sjógv,
 
23.12.2024 - 12:37

Smyril Line hevur nú gjørt upp, at skaðin, sum farmaskipið Akranes fekk, tá tað fyrst í hesum mánaðinum kom í illveður norðan fyri Føroyar, kostaði felagnum millum fýra og fimm milliónir krónur, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Tað var tann 5.  desember, at farmaskipið Akranes kom í ringan sjógv norðan fyri Føroyar, og tað hevði við sær, at fyrst ein trailari og síðan fleiri afturat, sum annars stóðu íbundnir júst sum teir plaga, rivu seg leysar og gjørdu - og fingu - stóran skaða.

Hvussu stórur skaðin var, vildi reiðaríið ikki siga nakað um, tá Akranes kom á Havnina dagin eftir. Fyrst og fremst tí, at felagið tá ikki hevði fult yvirlit yvir, hvussu stórur skaðin var.

Talan var um treylarar, sum Smyril Line sjálvt eigur, men tað sum var í bingjunum, áttu íslendskir fiskaframleiðarar.

Veðrið var ringt, tá skipið fór úr Íslandi við kós móti Rotterdam. Tað var tó ikki verri enn tað hevur verið fyrr, men spurningurin er kortini, um mann kundi havt gjørt nakað øðrvísi og kanska fyribyrgt tí sum hendi.

1716230

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053