Maskinfólk, námsfrøðingar og tónleikarar eru í vandabólkinum

Maskinfólk, námsfrøðingar og tónleikarar eru í vandabólkinum
Tað vísa kanningar í øðrum londum, tá talan er um tinnitus, men hvør er so støðan í Føroyum? Tað verður kannað í nýggjari verkætlan, sum HOYR fer at standa fyri
Jensia Brodersen, verkætlanarleiðari, og Ása Olsen, forkvinna í HOYR
 
03.01.2025 - 13:22

Ongin kanning um tinnitus er áður gjørd í Føroyum, men nú hevur Granskingarráðið játtað HOYR 193.054 krónur til verkætlanina "Títtleikin av tinnitus í Føroyum, og hvussu tinnitus ávirkar arbeiðsførleikar".
Við hesari kanningini, ið verður skipað sum eina spurnarkanning á netinum, er ætlanin at finna fram til hvussu nógvir føroyingar hava tinnitus og hvussu hetta ávirkar arbeiðsdagin, arbeiðsorkuna og arbeiðsmarknaðin.

Okkara varhugi er at nógvir føroyingar hava tinnitus, siga Ása Olsen, forkvinna í HOYR, og Jensia Olsen, verkætlanarleiðari, samstundis sum tær vísa á, at fólk í øllum aldursbólkum verða rakt av tinnitus.

Tað eru tey, sum lýsa tinnitus, sum tøgnina, ið hvarv, og hetta hevur við sær eina verri lívsgóðsku.

Verkætlanin hjá HOYR um tinnitus í Føroyum fer av barkastokki í næstum, og miða verður eftir at so nógv fólk sum gjørligt fara at svara talgildu spurningunum. Hetta verður millum annað at síggja á heimasíðuni hjá HOYR - hoyr.fo
Kanningarúrslitið verður tókt í summar.
 

1717768

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860