1870 svarar aftur

1870 svarar aftur
Brekið er nú rættað, so nú kann ringjast aftur til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum
 
08.01.2025 - 19:47

Streymslitið í dag hevði við sær, at læknavaktin - 1870 - ikki svaraði í fleiri tímar.

Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað eru skipanir, sum eiga at taka yvir, tá streymurin fer, men í hesum føri var eitt óvæntað niðurbrot hent inni á dátuskipanini, sum stýrir telefonlinjurnar inn og út í Landssjúkrahúsinum.

Stjórin vissaði tó fyri, at allar aðrar skipanir í Landssjúkrahúsinum virka sum teir skulu.

Steinar Eirikstoft sigur við Kringvarpið, at nú virkar 1870 aftur, so til ber at ringja til læknavaktina aftur.

Læknavaktin er ætlað tær, sum brádliga gerst sjúk/ur, og tær, sum gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna. Eru fólk í iva, so verður mælt til, at tú ringir, so metast kann um, hvat skal gerast.

Læknavaktin tekur sær eisini av smáskaðum.

Sjúkrahússtjórin sigur, at fólk kunnu ringja til 112, um ikki slepst ígjøgnum til læknavaktina, og tað er bráðneyðugt.  

Hoyr innslag klokkan 18:

Steinar_LS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860