Annika og Nicolina á Christiansborg

Annika og Nicolina á Christiansborg
Fyri fjórðu ferð skulu næmingar frá skúlanum á Giljanesi umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg
 
13.01.2025 - 11:07

Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið. Hetta orðafellið brúka tey á skúlanum á Giljanesi, nú tey fyri fjórðu ferð av fýra møguligum skulu umboða Føroyar á Ungsdómstinginum á Christiansborg.

Hesa ferð eru tað Annika Ravnsfjall og Nicolina Aud í Soylu Selfoss úr 8. flokki, sum skulu umboða Føroyar á Christiansborg. Nevnast kann eisini, at Annika er lítlasystir tann fyrsta næmingum úr Føroyum, ið varð valdur.

Við sær hava Annika og Nicolina eitt uppskot, sum tær skulu leggja fram á tingi. Tað snýr seg um, at skúlasálarfrøðingur skal verða lógarkrav á øllum skúlum. Uppskotið er væl grundað á hagtøl yvir sálarheilsu á børnum og ungum, og hvørja ávirkan eitt slíkt tilboð kann hava á gerandisdagin hjá ungum og á lív teirra.

Ungdómstingið verður 27. januar.

1719499

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655