Ávara móti sera skaðiligum kostískoyti

Ávara móti sera skaðiligum kostískoyti
Talan er um trý kostískoyti, sum TikTok brúkarin ”mpower.dk” selur
Skaðiligt kostískoyti verður selt á TikTok.
 
20.01.2025 - 06:46

Ávarað verður móti kostískoyti, sum kunnu skaða gøgn og nervalag.

Talan er um trý kostískoyti, sum TikTok brúkarin ”mpower.dk” selur á https:mpower.nutrition.shop

Danska Fødevarestyrelsen hevur givið boð um at steðga søluni, men virkið hevur ikki stegðað henni.

Heilsufrøðiliga starvsstovan veit ikki, um føroyingar hava keypt frá heimasíðuni "mpower.dk".

Skaðiligt kostískoyti er í Føroyum

Men hon veit, at kostískoyti við einari ella fleiri av heilsuskaðiligu plantunum eru keypt til privata nýtslu í Føroyum í 2024.

Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er talan um kostískoyti, sum kann skaða livrina illa og skaða nervalagið varandi.

Tað eina slagið kann skaða immunverjuna og skjaldkertilin.

Og triðja slagið kann hava við sær ójavnvág í hormonskipanini hjá kvinnum og hava neiliga ávirkan á kynsgøgn og sáðkyknugerð hjá monnum.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovani sæst, hvussu kostískoytini eita.

Heimasíðan eitur hfs.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860