Kann verða tveittur úr Siumut

Kann verða tveittur úr Siumut
Tað vakti ans, at ein landstingsmaður hjá flokkinum av sínum eintingum fór til USA, tá Donald Trump var tikin í eið sum forseto
Kuno Fencker umboðar Siumut í grønlendska landstinginum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
31.01.2025 - 09:13

Grønlendski tinglimurin Kuno Fencker stendur nú til at verða tveittur úr Siumut-flokkinum, tí hann av sínum eintingum fór til USA í sambandi við, at Donald Trump bleiv tikin í eið sum forseti.

Bæði Kuno Fencker og Siumut løgdu dent á, at talan var um eina persónliga avgerð hjá Kuno Fencker, men vitjanin hjá honum í USA elvdi til stóra misnøgd í Grønlandi.

Eitt nú kallaði IA-fólkatingslimurin Aaja Chemnitz tað fyri landaskaðiligt virksemi. Sambært DR hevur Kuno Fencker svarað aftur við at melda Aaju Chemnitz fyri ærumeiðing.

 

Ósamdur við landsstýrisformannin

Grønlendski landsstýrisformaðurin Mute B. Egede segði 21. januar, at landsstýrið skal standa fyri uttanríkispolitisku sambondunum hjá Grønlandi, men Kuno Fencker tekur ikki undir við hesum.

- Uttan so at eg havi møguleika at taka støðu til eina ítøkiliga lóggávu og atkvøða um hana, so eri eg ikki ein partur av tí, sigur hann við KNR.

Formaðurin hjá Siumut í Nuuk hevur nú heitt á Kuno Fencker um at melda seg úr flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815