Flogskiparin: At flúgva til Føroya

Flogskiparin: At flúgva til Føroya
Johan í Niðristovu, flogskipari, sigur, at veðrið er broytt munandi tey yvir 30 árini hann hevur flogið til og úr Føroyum. 
 
03.02.2025 - 09:55

- Vit sum hava flogið leingið hava eygleitt, at veðrið er broytt, sigur Johan í Niðristovu, sum í yvir 30 ár hevur flogið til og úr Føroyum.

 

Í samband at tosað varð við Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya, um veðrið og floglíkindi, var ringt til Jóhan í Niðristovu, flogskipara, um sama evnið. 

 

Johan í Niðristovu, flogskipari

 

Lágættirnar geva trupuleikar

- Størsta avbjóðingin at lenda í Føroyum, tað er, tá ið ættin er landsynningur, ella landsynningur sunnan, við nógvum vindi, sigur Johan, men vit hava eisini lagt til merkis, at tað er meiri eysturætt nú, og tá er oftani avbjóðingar við síðuvindi og turbulensi.

 

Hann greiðir eisini frá, at tá ið flogið verður inn gjøgnum Sørvágsfjørð, so vit flogskipararnir, nær trubulensur er. 

- Er hann sunnan ella landsynningur, so vita vit, at turbulensur er á 4 míl og so er aftur eitt høgg á tveimum mílum, og so átti tað at verið friðarligt og gott lend. Men fáa vit turbulens longri inn enn 4 míl, so er vindurin meiri útsynningur sunnan, enn vit hava fingið mátingar um, sigur Johan í  Niðristovu og leggur aftur at, at tað er altíð er til at fyritrekkja, at koma inn yvir Miðvág.

 

Meiri mjørki og harðligari veður

- Men veðrið er broytt. Tað er nógv meira mjørki í dag. Fyrr var mjørki um ólavsøku tíð, men í dag kann mjørki liggja alla ársins tíð, og tað er ikki óvanligt at mjørki er um jóltíðir. Tað var ikki fyrr. Og so er veðrið nógv harðligari. Tað er nógv meiri harðligt og intenst í dag, sigur Jóhan í Niðristovu.

- Hatta er heilt víst nakað, ið vit hava lagt til merkis, sum hava flogið leingi.

 

 

1723830

Lurta eftir samrøðuni við Jóhan í Niðristovu í Góðan Morgun Føroya,

 

1722884

Hoyr samrøðuna við Hansu Kjølbro

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558