Trump revsar altjóða revsidómstólin

Trump revsar altjóða revsidómstólin
Amerikanski forsetin hevur skrivað undir fyriskipan um fíggjarlig tiltøk og avmarkingar hjá fólki í ICC at ferðast til USA
Tiltøkini í fyriskipanini, sum Trump hevur skrivað undir, eru ætlað ávísum fólki, sum arbeiða hjá altjóða revsidómstólinum og kanna amerikanskar ríkisborgarar, ella teir sameindu hjá USA.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.02.2025 - 09:16

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil ikki loyva fólki, sum arbeiða hjá altjóða revsidómstólinum, ICC, inn í USA.

Trump hevur skrivað undir fyriskipan um fíggjarlig tiltøk og avmarkingar hjá teimum at ferðast til USA. 

Tiltøkini eru ætlað ávísum fólki, sum arbeiða hjá altjóða revsidómstólinum og kanna amerikanskar ríkisborgarar, ella teir sameindu hjá USA, teirra millum Ísrael.

Tað stendur á heimasíðuni hjá Hvítu húsunum í Washington.

 

Kannar krígsbrotsverk

Altjóða revsidómstólurin kannar krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í málum, har staturin ikki kann ella vil halda fram við málinum. 

Tiltøkini koma um somu tíð, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur vitjað í Washington.

Júst Netanyahu og fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin, Yoac Gallant, eru eftirlýstir av ICC í sambandi við kríggið í Gasa. Eisini er ein leiðari hjá Hamas eftirlýstur.

- Handtøkuboðini hjá ICC eru ógrundað, heldur Donald Trump.

125 lond eru limir í Altjóða Revsidómstólinum, men USA er ikki limur í ICC.

Umframt USA eru eitt nú Russland, Kina ella Ísrael heldur ikki limir. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923