Sangurin er ein gáva

Sangurin er ein gáva
Tey syngja bara ein hálvan tíma um vikuna, men næmingakórið í miðnámsskúlanum á Kambsdali gevur samanhald, felagsskap og gleði.
 
26.02.2025 - 10:37

Kórleiðararnir Randi Hansen og Eyðun á Lakjuni brúka matarsteðgin týsdag í tónleikastovuni saman við millum 50 og 70 næmingum og góðum sangi, og tey gera tað gleðiliga.

- Tað er so ræðuliga stuttligt at syngja og at síggja glað ung fólk syngja. Tað er ein ordilig gáva til eitt menniskja, sum fæst við ung fólk, sigur Eyðun á Lakjuni, og Randi er samd.

- Tað er rørandi at síggja tey, bæði til venjingar og til framførslur, tí tey útstrála gleði, og so syngja tey so væl.

Av tí at kórlimirnir koma úr nógvum ymsum støðum í landinum, ber ikki til at leggja venjingina eftir skúlatíð. Vant verður tí í døgurðasteðginum týsdag, og tá snýr tað seg um at vera effektiv.

- Vit royna at vera væl fyrireikað, so vit fáa sum mest burturúr, og so er tað gott, at vit eru tveir kórleiðarar, tí so kunnu vit deila kórið í bólkar og arbeiða við hvør sínum bólki, sigur Randi.

Tvey av teimum, sum syngja við í kórinum, eru Annika Mortansdóttir og Sølvi Johannesen, og tey halda ikki heilt at hálvur tími er nokk, og hava einki ímóti at brúka døgurðasteðgin til sang.

- Tað er einaferð um vikuna, og tað er so hugnaligt. Øll vinfólkini eru her, og tað er eisini gott fyri samanhaldi, sigur Sølvi.

1728513

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935