PKK boðar frá vápnahvíld

PKK boðar frá vápnahvíld
Leiðarin í yvirgangbólkinum hevur heitt á bólkin um at leggja vápnini og at upploysa seg sjálvan
Kurdiski leiðarin, Øcalan, hevur sitið í turkiskum fongsli síðani 1999.
Mynd: AFP  
 
03.03.2025 - 08:33

Turkiski yvirgangsbólkurin, PKK, boðaði um vikuskiftið frá vápnahvíld við Turkaland. 

Tað skrivar bretska kringvarpið. 

Fráboðanin kemur eftir, at PKK-leiðarin, Abduallah Øcalan, hevur heitt á bólkin um at leggja vápnini og upploysa seg sjálvan. 

Í sambandi við fráboðanina um vápnahvíld hevur PKK heitt á Turkland at lata Øcalan leysan. Hann hevur verið í turkiskum fongsli síðan 1999.

PKK, sum er ein stytting fyri Kurdiska Arbeiðaflokkin, hevur verið í vápnaðum stríði móti turkisku stjórnini síðan 1984. Bólkurin er lýstur sum yvirgangsbólkur av Turkalandi, ES og USA.

Málið hjá bólkinum er at skipa ein kurdiskan stat í landnyrðingspartinum av Turkalandi. Umleið 20 prosent av teimum 85 millónum íbúgvunum í Turkalandi eru kurdar.

Mett verður, at umleið 40.000 fólk eru deyð í stríðnum millum turkisku stjórnina og PKK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744