Drukkin ungfólk í býnum

Drukkin ungfólk í býnum
Rættiliga nógv drukkin ungfólk vóru at síggja í býnum í Havn í nátt. Foreldur vórðu boðsend og sosialrapportir verða skrivaðar.
 
23.03.2025 - 09:43

Longu um níggjutíðina í gjárkvøldið kom politiið fram á fimm sera drukkin ungfólk, sum sótu uttan fyri ein barnagarð.

- Har sá øgiligt út, sigur vakthavandi á politistøðini, og tey ungu sluppu at rudda upp eftir sær, áðrenn foreldrini komu eftir teimum.

Beint fyri midnátt fekk politiið frá einum matstaði boð um, at har var ein sera full ung genta, sum foreldrini eisini komu eftir.

Politiið fekk eisini fráboðan um, at spiritus varð selt ungfólki á einum skeinkistaði, men tá politiið kom á staðið, var eingin har undir 18 ára aldur.

Og beint áðrenn klokkan fýra í morgun varð ein 16 ára gomul genta tikin upp, tí hon hevði fingið ov nógv at drekka, og hon varð send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Í øllum hesum førunum verður sosialrapport skrivað, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858