Velja staðbundna nevnd fyri Hest

Velja staðbundna nevnd fyri Hest
Nevndin verður mannað á sama hátt sum hestnevndin, og hevur somu uppgávur sum hon. 
Eingin nevnd fyri Hest var vald á kommunuvalinum 12. november í fjør, tí eingin bjóðaði seg fram.
 
27.03.2025 - 08:10

Hestur fær nú sína staðbundnu nevnd.

Eingin nevnd var vald á kommunuvalinum 12. november í fjør, tí eingin bjóðaði seg fram.

Tórshavnar býráð fer tí at velja eina nevnd í dag.

Tað kann býráðið gera sambært kommunustýrislógini.

Har stendur, at kommunustýri kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.

Fýra fólk vera vald í nevndina. Eitt teirra er borgarstjórin, sum verður forkvinna í nevndini.

Nevndin verður mannað á sama hátt sum hestnevndin og hevur somu uppgávur sum hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949