Minningarorð um Sonna Smith

Minningarorð um Sonna Smith
- Hann var sera nærlagdur í sínum arbeiði og sendingarnar vóru væl umtóktar, sigur Jóhann Mortensen, journalistur, í minningarorðinum
Sonne Smith arbeiddi í Útvarpi Føroya í fleiri ár
 
31.03.2025 - 18:14

Í gjár bórust tíðindini um, at tíðindamaðurin Sonne Smith var farin. Sonni var í fleiri ár tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya. Sonne Smith var í mong ár ein kend rødd í Útvarpi Føroya - sum tíðindamaður og sum programmeðarbeiðari. Sonne Smith byrjaði starvsleiðina í útvarpinum í 1960-unum, tá hann legði til rættis sendingar við tónleiki til føroyska ungdómin. Sonne Smith var sera nærlagdur í sínum arbeiði og sendingarnar vóru væl umtóktar.

Hann hevði útbúgving innan handil og fígging, men arbeiðið í útvarpinum fekk hann at saðla um, og í 1976 leyk hann prógv sum journalistur frá Journalistskúlanum í Århus. Sum nýútbúgvin tíðindamaður fekk Sonne Smith starv í útvarpinum og skrivaði fyrst og fremst tíðindi uttan úr heimi, sum hann læs upp við síni góðu útvarpsrødd. Hann hevði stóran áhuga fyri tí, sum hendi á altjóða pallinum, og dugdi væl at seta hendingar og rák í eitt størri perspektiv.

Mong minnast óivað sendingarnar, sum hann gjørdi saman við Hans Holm um viðurskifti í øðrum londum - um landafrøðilig viðurskifti og fólkasløg.

Í 1989 varð Sonne Smith settur í starv sum tíðindaleiðari. Eitt starv, sum hann hevði til í 1995. Um aldarskifti gavst Sonne Smith í útvarpinum og skrivaði eftir tað greinar fyri bløð og tíðarrit. Hann hevði stóran alsk til føroyska málið, og eitt skifti vegleiddi hann tíðindafólk í útvarpinum í málsligum ivamálum. Á almannamiðlum hevur hann støðugt vegleitt lesarar um góðan føroyskan málburð.

Seinastu árini hevur Sonne Smith búð á Tvøroyri, har hann eisini vaks upp. Hann kendi seg heima á Tvøroyri, og har gjørdist hann ein bygdamynd. Hann var virkin í ymiskum, eitt nú í felagnum Naddoddi.

Sonne Smith andaðist í heiminum á Tvøroyri ígjár, 78 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575