Proteinískoyti er aloftast óneyðugt

Proteinískoyti er aloftast óneyðugt
Skalt tú hava proteinir, eigur tú fyrst og fremst at fáa tað gjøgnum matin, heldur kostfrøðingur
 
01.04.2025 - 12:24

Proteindrykkir, proteinbarrir, proteinjogurt og proteinpulvur.

Seinastu árini eru vørur við proteinískoyti blivnar alsamt vanligari at síggja í matvøruhandlunum.

Men hetta er ein gongd, sum als ikki er góð, heldur Snorri Patursson, kostfrøðingur.

- Fakta er, at okkum tøvar hetta ikki. Skulu vit hava proteinir, so skulu vit fáa tað gjøgnum okkara grundleggjandi kost, sigur Snorri Patursson.

Sambært honum eru flestu okkara ikki nóg greið yvir, hvat eitt nú ein proteinbar inniheldur. Og tað er ein trupullleiki.

- Tá vit síggja, at vøran inniheldur proteinir, hava vit lyndi til at fáa hesa "guilt free"-kensluna, og tí halda vit, at tað er eitt gott val, tí vøran ivaleyst er heilsugóð og smakkar av góðgæti, sigur Snorri Patursson og vísir á, at veruleikin er ein annar.

- Aloftast eru líka nógvar kaloriur í eini proteinbar, sum tað er í einum Snickers ella aðrari sjokoladabar, sigur Snorri Patursson. 

Í morgunsendingini greiðir Snorri Patursson frá ymiskum proteinískoyti og fortelur millum annað, hvussu tú við vanligum mati kanst tryggja tær, at tú fært nóg mikið av proteini.
 

1735389

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744