Tveir mans fluttir á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Tveir mans fluttir á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Ein bilur, sum koyrdi eftir Vatnavegnum, úr Miðvági móti Vatnsoyrum, fór niðan av vegnum
Menninir eru ikki avhoyrdir, og løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi.
 
02.04.2025 - 09:05

Tveir mans vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, eftir eitt ferðsluóhapp á Vatnavegnum í Vágum um hálvgum sjeytíðina í morgun.

Ein bilur, sum koyrdi eftir Vatnavegnum, úr Miðvági móti Vatnsoyrum, fór niðan av vegnum.

Báðir menninir, sum vóru í bilinum, vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men eftir øllum at døma hava teir ikki fingið álvarsligt mein, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Menninir eru ikki avhoyrdir, og løgreglan kennir ikki orsøkina til óhappið..

Eingin illgruni er um, at rúsdrekka var uppií, og tað er ikki greitt, hvussu skjótt bilurin koyrdi, sigur vakthavandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532