Bót fyri harðligan atburð

Bót fyri harðligan atburð
Tíðliga í morgun fingu tveir menn bót fyri at vísa harðligan atburð. Teir tókust í so harðliga, og tað er brot á skilhaldsreglurnar. Fyri tað fáa teir 3.000 krónur í bót hvør.
 
06.04.2025 - 10:32

Tað hevur verið hampiliga friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. 

Tó var ein tikin í Norðragøtu seint í gjárkvøldið fyri rúsdrekkakoyring. Hann blásti omanfyri tað loyvda, og var tí handtikin og tikin við til Havnar, har blóðroynd varð tikin av honum. Hetta er vanlig mannagongd í slíku støðum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Løgreglan hevur eisini vitjað á skeinkistovum, og har stóð hampiliga væl til.

Tíðliga í morgun fingu tveir menn bót fyri at vísa harðligan atburð, teir tókust í so harðliga, - og tað er brot á skilhaldsreglurnar. Fyri tað fáa teir 3.000 krónur í bót í part.

Og stutt fyri kl. 6.30 í morgun var eitt ferðsluóhapp á Kjalnestanga í Kollafirði, har ein bilur rendi á bilverjuna. Illgruni var um, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann blásti yvir tað loyvda, og var handtikin og fluttur til Havnar, har blóðroynd varð tikin av honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053