Sólvit Nolsøe gevst í politikki

Sólvit Nolsøe gevst í politikki
- Byrjar man at geva burturav sær sjálvum í ov stóran mun, endar tað við, at man ikki er til at kenna aftur. Og tað vil eg ikki, skal henda
Sólvit Nolsøe fer at sita í tinginum hetta valskeiðið út, men gevst so í politikki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2025 - 18:23

Sólvit Nolsøe var landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, tá hann í 2022 valdi at stilla upp fyri Framsókn og varð valdur við 249 atkvøðum, triði á listanum hjá flokkinum.

Nú hevur hann boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur - hvørki fyri Framsókn ella fyri annan flokk.

Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.

"Framsókn hevur samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við. Hetta er ein broytt fortreyt í mun til, tá eg av fyrstan tíð stillaði upp fyri flokkin. Tí kann eg ikki stilla upp fyri Framsókn aftur."

Tað sigur Sólvit Nolsøe, sum í dag boðaði frá, at hann er farin frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn.

 

Hoyrið longri samrøðu við Sólvit Nolsøe her:

Solvit_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926