Tey fólkavaldu velja nevndir í dag

Tey fólkavaldu velja nevndir í dag
Annars eru nógv mál á dagsskránni hjá løgtinginum seinnapartin í dag
Tingið skal velja nevndir í dag.
 
10.04.2025 - 07:13

Tingið skal velja nevndir í dag.

Tað skal eisini velja útnorðurráð, umboð løgtingsins í Norðurlandaráðnum og ein løgtingsgrannskoðara.

Erling Eidesgaard, sum ikki er í løgtinginum longur, var í útnorðurráðnum, Norðurlandaráðnum og hann var løgtingsgrannskoðari.

Annars eru nógv mál á dagsskránni hjá løgtinginum seinnapartin í dag.

Har eru seks triðju viðgerðir og fimm aðru viðgerðir og atkvøðugreiðslur.

Og eitt mál hevur fyrstu viðgerð.

Tað er uppskotið um at geva fiskimonnum betri sømdir í ALS.

Og tingið skal umrøða 13 spurningar frá Jenisi av Rana, tingmanni, um Vanlukkutryggingarráðið og svarið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961