Væl ílatin til at stýra vælferðini

Væl ílatin til at stýra vælferðini
VIKUGESTURIN: Hjørdis Sólbjørg Mortensen hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, og er til reiðar at stjórna ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum.
 
12.04.2025 - 13:51
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 

Hjørdis S. Mortensen er 50 ára gomul, mamma at trimum børnum, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen.
Hon hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari, og er nú til reiðar at taka við starvinum sum stjóri í ein av landsins størstu almennu stovnum, ið umsitur ein triðing av fíggjarlógini:

- Eg hugsaði meg væl og leingi um, áðrenn eg søkti stjórastarvið. Tí í Almannaverkinum verða tiknar nógvar avgerðir hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri fólk, og tí fylgir eisini stór samfelagslig ábyrgd við stjórastarvinum. Men eg valdi at søkja, og hugsi, at tað er ein fyrimunur, at eg havi verið stjóri í Almannaverkinum í eitt ár, og frammanundan havi havt fimm onnur størv í Almananverkinum - trý í Viðskiftadepliinum, tvey í Trivnaðardeplinum og eitt í fyrisitingini. Tað gevur mær eina heildarmynd av Almannaverkinum bæði fíggjarliga, fakliga og fyrisitngarliga, og er ein góð barlast til stjórastarvið, sigur Hjørdis. 

Almannaverkið er landsins næststørsti almenni stovnur - eftir Sjúkrahúsverk Føroya. 1200 fólk starvast í almenna stovninum, sum umsitur ein triðing av fíggjarlógini - 2,2 milliardir krónur. Hagtøl frá desember 2023 vísa, at Almannaverkið veitir tænastur til 18.372 føroyingar um árið - ein stórur partur, 8545, eru fólkapensionistarnar, ið fáa fólkapensión frá Almannaverkinum. 1911 fingu fyritíðarpensión, 2800 sjúkradagpengin og 457 vóru í tillagaðum størvum í desember 2023.  

Almannaverkið er ein hornasteinum í føroyska samfelagnum, og skal, sambært stategisku málunum, tryggja tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív til borgararnar. Stovnurin umsitur millum annað økir sum sosialpsykiatri, menningartarn, børn og ung við ymsum avbjóðingum og barnavernd. Haraftrat hevur Almannaverkið eina rúgva av bú- og viðgerðarstovnum og dag- og arbeiðstilboðum - tilsamans 93 fyriskipanir í 88 húsum. 

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina Trivnaðardepilin og Viðskiftadepilin. Hesar ætlanir hevur Hjørdis longu arbeitt við í fleiri ár: 

- Eg havi verið partur av strategiska arbeiðnum í trý ár, so eg havi verið við til at seta míni fingramerkir á kósina hjá Almannaverkinum heilt fram til 2030 - saman við leiðsluni í Almannaverkinum. So stóra uppgávan hjá mær verður at fremja eina bygnaðarbroyting og fremja strategisku málini, ið vit hava stungið út í kortið. Tey strategisku málini - "eitt gott lív á egnum beinum" - snúgva seg um, at vit vilja hjálpa so nógvum sum møguligt at liva eitt sjálvstøðugt lív helst á arbeiðsmaknaðinum, um mann er førur fyri tí. So tað snýr seg um fyribyrging, at menna og endurmenna í tann mun, tað ber til. 

 

Eitt gott og virkið lív í Norðursvørík, Danmark og í Føroyum 

Hjørdis er uppvaksin í í býnum Kalix í Norðursvøríki, har pápin fekk starv sum lækni. Verðurlagið í økinum er sera gott, og Hjørdis minnist aftur á góð og virkin barnaár, har tey spældu nógv úti. Familjan flutti til Føroyar, tá Hjørdis byrjaði í sætta flokki, og tá eggjaði mostirin hana at fara at spæla flogbólt við Fleyr. Tað lá væl fyri, og flogbólturin hevur síðani spælt ein stóran leiklut í lívinum hjá Hjørdis. Hon kom á flogbóltslandsliðið sum 16 ára gomul, og spældi á landsliðnum og við Fleyr til hon gjørdist 38 ára gomul. Hjørdis minnist aftur á nógvar góðar upplivingar við flogbóltinum, men størsta týdningin hevði samanhaldið:  

- Eg minnist aftur á nógvar upplivingar og uttanlandsferðir. Eg kann nevna, tá vit vunnuð gull á oyggjarleikum í Gotlandi, og so havi eg millum annað verið ársins leikari tvær ferðir. Men tað, sum eg minnist aftur á, eru ikki avrikin, men sosiali felagsskapurin - bæði landsliðnum, í Fleyr, í Gentofte Vollly og Frederiksberg Volley, sum eg eisini havi spælt við. 

Familjan og børnini hava altíð havt stóran týdning fyri Hjørdis, og hevur hon raðfest tey høgt. Nú fyllir uppgávan sum stjóri í Almannaverkinum, og Hjørdis vónar at arbeiðið við nýggja bygnaðinum og strategisku málunum fer at ganga væl:  

- Vit hava lagt eina strategi fram til 20230, og eg vóni, at tá vit koma hartil, kunnu vit siga, at vit eru komin væl á mál við tí, sum vit ætlaðu okkum. 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Hjørdis Sólbjørg Mortensen, nýggjur stjórí í Almannaverkinum.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948