Hans Andrias vann Sement 2025

Hans Andrias vann Sement 2025
Tað gjørdist vælumtókti Hans Andrias, ið vann tónleikakappingina Sement 2025
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
27.04.2025 - 02:24

Hans Andrias stóð eftir sum vinnari av Sement 2025. Endabresturin varð hildin í Reinsarínum leygarkvøldið.

Tunghoyrt endaði á øðrum plássi og Ronja á triðja. Hini, ið eisini høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Óli, Bolstad, Karla Hansen og Jarzhe. 

Hans Andrias.jpg

Frítekst tagging: 

Tunghoyrt.jpg

Frítekst tagging: 

Ronja.jpg

Frítekst tagging: 

 

Seinastu fýra vikuskiftini hava 27 bólkar og einstaklingar kappast í Sement, har bæði heiður og góðir vinningar hava verið á spæl. Finalan varð send beinleiðis í sjónvarpinum, og luttøkan var ikki bara met høg í ár – støðið var eisini óvanliga høgt. 

Sement-verturin, Filip Mortensen, legði dent á, hvussu glaður hann var fyri ikki at skula taka avgerðina sjálvur, meðan dómararnir tó mettu, at hóast harða kapping, var lætt at velja vinnaran. Um Hans Andrias søgdu teir: “Hann hevur internationalt støði, kann spæla allastaðni í heiminum, bar seg ógvuliga væl at á pallinum og hevur eina fantastiska rødd.” 

Tunghoyrt.jpg

Frítekst tagging: 

 

Tunghoyrt tók øll á bóli 
Eitt er, hvat vit í Føroyum halda er gott, men nakað heilt annað er, hvussu útlendingar hoyra føroyskan tónleik – sum sagt: Gløgt er gestsins oyra. Ein av vinningunum í ár var møguleikin at sleppa at spæla á viðurkenda danska bransjufestivalinum Spot. Tað var eingin minni enn tungmetalbólkurin Tunghoyrt, sum vann henda møguleikan, hóast teir gjørdust nr. 2 í sjálvari Sement-kappingini. Eisini G! Festivalurin vísti stóran áhuga fyri bólkinum og bjóðaði teimum pláss á plakatini til summar. 
 

Anna Lachio.jpg

Frítekst tagging: 

 

Anna Iachino og Arnold Ludvig heiðrað fyri arbeiðið við Open Mic 
Anna Iachino fór eisini heim við einum heiðri á Sement 2024. Anna og maður hennara, Arnold Ludvig, hava í meira enn eitt áratíggju staðið fyri átakinum Open Mic, sum hevur verið ein týdningarmikil pallur fyri ungar tónleikarar at taka sítt fyrsta fet inn í føroyska tónleikaheimin. 

Í samband við ársins finalu varð dentur lagdur á týdningin av hesum átakinum, har øll, sum hava luttikið á Open Mic, komu á pall. Hergeir Staksberg, fyriskipari av Sement, handaði Annu heiðursgávuna og legði í tí sambandi dent á, hvussu stóran týdning arbeiðið hjá henni hevur havt fyri føroyska tónleikamentan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925