Heilivágur upp á borg

Heilivágur upp á borg
Fólk, sum brúka dýran heilivág, fara seinni í ár at sleppa undan at skúla gjalda alt í einum
Apotekini fara í heyst at kunna veita kreditt.
 
05.05.2025 - 06:23

Fólk, sum brúka dýran heilivág, fara seinni í ár at sleppa undan at skúla gjalda alt í einum.

Tey fáa, sambært uppskoti um kunngerð, kreditt fyri egingjaldið til heilivág.

Ætlanin er, at fólk fáa møguleika at rinda egingjaldið í pørtum javnt býtt út á tilskotsárið.

Mánaðarliga gjaldið verður ein 12.part av egingjaldsloftinum.  

Fólk, sum fáa tilskotsheimilaðan heilivág, kunnu søkja um at koma í nýggju skipanina á Vanganum ella á apotekinum. 

Nýggja skipanin skal koma í gildi 1. september í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096