Sálarfrøðingur: Føroyar eru eitt harðligt samfelag

Sálarfrøðingur: Føroyar eru eitt harðligt samfelag
"Hetta er eitt harðligt samfelag, vit hava," sigur Tóra Petersen, sálarfrøðingur, í sambandi við grein um harðskap í Føroyum, ið byggir á kanning hjá Almannaráðnum
Mynd: Savnsmynd  
 
06.05.2025 - 12:50

48 prosent av teimum spurdu í einari kanning, sum Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt fyri Almannamálaráðið, siga seg hava upplivað harðskap. 

"Eg havi hug at konkludera, at tað er neyðugt, at vit handla uppá tað, tí tað kann hvørki menniskjasliga, fíggjarliga ella samfelagsliga vera forsvarligt at lata vera."

So bersøgin er Tóra Petersen, sálarfrøðingur, granskari og trivnaðarráðgevi á Námi um niðurstøðurnar í nýggjari grein.

 

48 prosent hava upplivað harðskap

Greinin er grundað á kanning, sum Lóður og Setrið gjørdu fyri Almannaráðið í 2020-2021, har 1.068 vaksnir føroyingar vóru spurdir um harðskap - bæði í barna og vaksna lívinum  

"Faktiskt vóru tað 48 prosent av teimum sum svaraðu, sum høvdu upplivað ein ella annan form fyri harðskap," staðfestir Tóra Petersen.

Greinin, sum var kunngjørd á heimasíðuni hjá Setrinum í farnu viku, er eitt samstarv millum Nám, Lóður og Setrið - og vísur á, at harðskapur er útbreiddur millum føroyingar 

"Har sóu vit, at 35 prosent høvdu upplivað fysiskan harðskap, 22 prosent kynsligan og 22 prosent sálarligan. Tølini vísa eisini, at har er ein kynsmunur. Kvinnur uppliva minni fysiskan harðskap enn menn, meðan tær í størri mun uppliva kynsligan harðskap."

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Liggja millum Føroyar og Danmark

Tey føroysku tølini samsvara rættiliga væl við tølum frá øðrum Norðurlondum, sigur Tóra Petersen, granskari og sálarfrøðingur. 

"Vissi vit samanbera við t.d. ísland, so siggja vit at tølini fyri kynsligan harðskap eru hægri í Føroyum. Hinvegin siggja vit, at danskar kvinnur í størri mun fráboða kynsligan harðskap, so vit liggja kanska mitt í millum Ísland og Danmark."

Kortini sær tað út til, at vit á summum økjum liggja rættiliga ovaliga. 

"Vissi vit samanbera okkara úrslit við 300 kanningar útí í heiminum, sum eru gjørdar út frá tveimum milliónum menniskjum, so síggja vit, at tað, ið eitur harðskapur í nærsambondum, er hægri her í Føroyum. So niðurstøðan er, at hetta er eitt harðligt samfelag, vit hava."

Harðskapurin fær ofta álvarsliga avleiðingar fyri tey, sum hann rakar, sigur sálarfrøðingurin. 

"Tað ávirkar, hvussu tú hevur tað psykist og fysiskt, men eisini hvussu tú klárar teg seinni í livinum við útbugving, starvsmøguleikum og so framvegis. Tey tølini siggja vit eisini her."

 
 
Fakta um kanningina
Kanningin er grundað á svar frá 1.068 vaksnum føroyingum og varpar ljós á, hvussu útbreiddur likamligur, kynsligur og kensluligur harðskapur er millum vaksin í Føroyum.
Úrslitini vísa millum annað, at slíkur harðskapur hevur álvarslig árin á heilsu, møguleikar fyri útbúgving og fyri at virka í samfelagnum.
Høvuðsúrslit:
•    34,8% av luttakarunum hava verið fyri likamligum harðskapi, 21,8% fyri kynsligum harðskapi, og 22,3% fyri kensluligum harðskapi.
•    12,6% av kvinnunum og 7,6% av monnunum hava upplivað øll trý sløg av harðskapi.
•    Harðskapur, sum varð framdur í barnaárum, hevði størri neiliga ávirkan á heilsu og útbúgving,  samanborið við harðskap, sum varð framdur í vaksnamannaárum.
•    Tey, ið ikki hava tikið eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, eru yvirumboðað í at hava verið fyri harðskapi.
•    Tey, ið hava verið fyri harðskapi, høvdu størri sannlíkindi fyri at vera uttan fyri arbeiðsmarknaðin og at móttaka almannaveitingar.
Munir millum kynini:
•    Kvinnur høvdu 50% minni sannlíkindi fyri at vera fyri likamligum harðskapi, men meira enn tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri at vera fyri kynsligum harðskapi samanborið við menn.
•    Sannlíkindini fyri at uppliva kensluligan harðskap vóru ikki treytað av kyni.
Niðurstøða:
Kanningin vísir, at harðskapur kann hava álvarslig langtíðarárin, serliga tá hann fer fram í barnaárum.
Hesi úrslit vísa á stóra tørvin á málrættaðum átøkum og stuðulsskipanum fyri at basa og fyribyrgja harðskapi og fylgjum av harðskapi í Føroyum.
Skrivað greinina hava: Tóra Petersen, Nám; Heri Joensen, Lóður; Heri á Rógvi, Lóður; Magni Mohr & Anna Sofìa Veyhe, Fróðskaparsetur Føroya.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193241
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979