Tróndur Arge: Hetta er ársins dystur

Tróndur Arge: Hetta er ársins dystur
Fyrstu ferð nakrantíð, at tvey lið í bestu føroysku fótbóltsdeildini hava fult stigatal eftir átta umfør. Tí er hetta ársins dystur, sigur Tróndur Arge, ítróttarjournalistur
Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen  
 
09.05.2025 - 17:00

Klokkan 20 í kvøld verður landskappingardysturin millum NSÍ og KÍ brígslaður í gongd við Løkin í Runavík. 

Talan er um eitt oddabrak, tí bæði liðini eru ósigrað eftir átta umfør, og tað er ikki hent fyrr. 

- Hetta er ársins dystur higartil í ár, sigur Tróndur Arge, frásøgufólk fyri Kringvarpið, ið gleðir seg til dystin. 

- Vit vita, hvat KÍ dugir, tí tað hava teir víst yvir fleiri ár. Vit vita eisini, at NSÍ er sterkt í ár og hevur smurt HB av. Men vit vita ikki, hvat NSÍ kann móti KÍ, og tí er øgiliga stórur spenningur um dystin. 

 

Vónar eitt fótbóltsfýrverk

Tróndur Arge, frásøgufólk í Kringvarpinum, vónar, at tað verður eitt fýrverk av einum oddabraki, tí bæði liðini hava skotið upp í leypar av málum í ár. 

Men tíverri óttast Tróndur Arge, at tað fer taktikkur í dystin, sum fer at enda við einum keðiligum 1-1 javnleiki. 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Útvarpið sigur beinleiðis frá hesum dystinum, sum byrjar kl. 20, og vit siga eisini frá dystinum millum Víking og HB, sum júst er brígslaður í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798