Kringvarpið sendir frá landsinnsavning hjá MEGD sunnukvøldið 25. mai

Um KVFTíðindi
Kringvarpið sendir frá landsinnsavning hjá MEGD sunnukvøldið 25. mai
Í sambandi við landsinnsavningina sendir Kringvarpið komandi tíðina sendingar úr savninum, ið á onkran hátt snúgva seg um limir ella limafeløg hjá MEGD. 
Sunnukvøldið 25. mai 2025 klokkan 19-21 verður landsinnsavningin hjá MEGD send beinleiðis í sjónvarpinum.
 
15-05-2025

Sunnukvøldið 25. mai 2025 klokkan 19-21 skipar MEGD vegna síni 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek og hava varandi sjúku, fyri landsinnsavning, sum verður send beinleiðis í sjónvarpinum, bæði í Kringvarpinum og á Rás1 hjá Televarpinum.

Tiltakið verður hildið í stórhøllini við Tjarnir, og á skránni verður tónleikur, samrøður og innsløg um m.a. livikor hjá fólki, ið bera brek og varandi sjúku, og sjálvbodna arbeiðið hjá feløgunum.

Vertir vera Óluva Zachariassen og Kári Sólstein, og sendingin verður bæði teknmálstulkað og tekstað.

Les meira um tiltakið her.


Varpa ljós á varandi sjúkur og brek 

Í sambandi við landsinnsavningina sendir Kringvarpið komandi tíðina sendingar úr savninum, ið á onkran hátt snúgva seg um limir ella limafeløg hjá MEGD. 

Fríggjakvøldið 16. mai er eitt nú sendingin "Vit eru enn til" frá 2017, sum snýr seg um fólk við Alzheimers, á skránni, og sunnukvøldið senda vit "Tóri  eitt lív á eggini" um Tóra, ið fekk eina harða byrjan upp á lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. 

Sí alla sjónvarpsskránna her.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Um kvf css