Svøríki lækkar hóttanarstigið

Svøríki lækkar hóttanarstigið
Yvirgangshóttanin frá harðskapssinnaðum islamistum er minkað, sigur svenska trygdarløgreglan
Charlotte von Essen, stjóri í svensku trygdarløgregluni, á tíðindafundi.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
23.05.2025 - 11:23

Svenska trygdarløgreglan Säpo lækkar nú hóttanarstigið í Svøríki úr fýra niður í trý.

Tað boðaði Säpo frá á tíðindafundi í dag.

Orsøkin at, at yvirgangshóttanin frá harðskapssinnaðum islamistum er minkað.

- Í longri tíð hava vit sæð eina jaliga gongd. Svøríki er farið frá at vera eitt land við høgari raðfesting, til eitt rímiligt mál hjá islamistum, sigur stjórin í Säpo, Charlotte von Essen.

Eisini islamistisk propagangada móti Svøríki, sum áður hevur verið skírt at vera eitt islam-fíggindaligt land, er minkað seinastu tíðina.

Hóttanarstigið í Svøríki hevur fimm stig.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303