Nes kommuna góðar tríggjar milliónir í avlopi í fjør

Nes kommuna góðar tríggjar milliónir í avlopi í fjør
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73 mió. kr., ið eru 6,3 mió. kr. meira enn í fyrraárið
Nes kommuna vendi hallinum í fyrraárið til avlop í fjør.
Mynd: Nes kommuna  
 
28.05.2025 - 15:39

Roknskapurin fyri Nes kommunu í fjør vísti eitt avlop upp á 3,3 milliónir krónur samanborið við eitt hall upp á 8,1 millión krónur í 2023. 

Hetta eru tøl, tá ið íløgurnar eru tiknar við.

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Skattainntøkan hjá kommununi í 2024 var 86,1 mió. kr., sum er 5,2 mió. kr. meira enn í 2023.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73 mió. kr., ið eru 6,3 mió. kr. meira enn í 2023.

Nes kommuna nýtti 8,7 milliónir krónur til íløgur í fjør. 

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 33 mió. kr., sum svarar til 35 prosent av eini skattaálíkning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815