Skrivað stendur: 136 fólk hava greinað bíbliutekstir

Skrivað stendur: 136 fólk hava greinað bíbliutekstir
Bíbilsku tekstirnir hava latið seg upp upp á ein øðrvísi máta, enn vit hava sæð áður í sendingini "Skrivað stendur". Tað halda í øllum førum vertirnir
 
29.05.2025 - 20:00

Í tvey ár hava Armgarð Arge og Kári Sólstein, saman við skiftandi gestum í útvarpsstovuni, gjøgnumgingið tekstir í Nýggja testamenti í sendingini "Skrivað stendur".

"Sjálvandi kenni eg fleiri av søgunum, vit hava umrøtt í sendingini. Men hetta er faktiskt fyrstu ferð, at eg lesi bíbliuna," viðgongur Kári Sólstein, vertur. 

"Eg má siga, at nú hvørja viku eg havi havt til uppgávu at lisið ein tekst úr nýggja testamenti og veruliga skulað sett meg inn í hann, hevur verið ótrúliga gevandi og læruríkt."  

New div after blockquote

"Hetta er faktiskt fyrstu ferð, at eg lesi bíbliuna."

Kári Sólstein, vertur, Skrivað stendur

 

Armgarð Arge, ið er teologur, er bergtikin av, hvussu nógv fólk vita um kristindóm og tær bíbilsku søgurnar. 

"Eg má siga, at eg havi eisini lært sera nógv, tí oftani havi eg hugsað: 'ja, tað er soleiðis, tað hongur saman', ella 'ja, hatta er tað, ið tað meinast við."

 

136 gestir

136 fólk, javnt deilt millum kvinnur og menn, hava luttikið í sendingini hesi bæði árini. Tað hevur ikki verið nakað krav, at tey skulu hoyra til nakra samkomu ella trúarbólk.

Einasta treyt hevur verið, at prestar, sum eru í starvi, ikki hava luttikið í sendingini, greiðir Armgarð Arge frá. 

"Tá ið eg havi spurt fólk um at luttaka í sendingini, hava tey oftani svarað: 'Hví spyrt tú meg? Eg veit ikki, um eg dugi at tosa um hatta.' Ella tey hava spurt: 'skal man ikki vera ordiliga trúgvandi fyri at vera við í sendingini?' So havi eg sagt við tey, at tað skulu tey ikki hugsa um. Tey skulu bara lesa tekstin og siga sína hugsan um hann, hvussu tey tulka hann, og hvat tey fáa burtur úr honum."


Kári Sólstein og Armgarð Arge eru vertir í "Skrivað stendur", har bíbliutekstir verða greinaðir (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
 

Umrøðan farin víða

Luttakararnir í sendingini hava fingið tekstin í góðari tíð, so tey hava havt tíð at sett seg inn í hann.

Sigast má, at umrøða av bíbilskum tekstum er farið víða um í landinum.

"Oftani hava luttakararnir sagt okkum, at tey hava vent og snarað tekstin við vinum á arbeiðsplássinum ella í bindiklubbanum. Her er talan um støð og støður, har tað als ikki hevur verið siðvenja at tosa um átrúnað yvirhøvur. Tað haldi eg er nokkso stuttligt at hoyra, at tekstirnir soleiðis hava sett tankarnar í gongd fleiri staðni runt um í landinum," sigur Armgarð Arge.

 

Persónligu søgurnar hugtakandi

Fyri Kára Sólstein, so eru tað tær persónligu søgurnar um trúgv, ið eru komnar undan kavi í sendingunum, sum hava hugtikið hann. 

"Sum dømi, so kann eg nevna, at onkur hevur greitt frá, at tá ið viðkomandi hevur staðið í svárastu neyð av alkoholi, so hevur Jesus staðið hjá viðkomandi og tikið alkoholismuna burtur í einum. Ein greiddi frá, at viðkomandi lá við herviligari krabbasjúku á Ríkissjúkrahúsinum við lítlari vón fyri framman, og at brádliga kemur eitt ljós inn í stovuna, ein óforkláriligur hiti fer ígjøgnum kroppin, og so var krabbin horvin."

Hetta sampakkar illa í høvdinum á Kára Sólstein, ið eisini er kendur sum vertur í sendingini "Vitan", sum tekur útgangsstøði í náttúruvísindini. 

"Eg helli meg rættliga nógv til tað, sum vísindaliga kann vigast og mátast. Men her situr tú yvir fyri fólkum, sum veruliga hava upplivað nakað yvirnátúrligt, og tey lúgva ikki," sigur Kári Sólstein.

 

Føroyingar vita nógv um kristindóm

Fyri Armgarð Arge er tað einki undarligt í, at nógv fólk blíva sera persónlig, tá tey tosa um sína trúgv, tí trúgv er personlig. 

"Ja, mann sleppur næstan ikki undan at gerast persónligur, tá ið man tosar um átrúnað. Tað, ið eisini hevur hugtikið meg, er, hvussu væl fólk hava dugað at lisið hesar aldargomlu tekstirnar og sett teir í eitt nútíðarhøpi. Føroyingar vita rættliga nógv um kristindóm, og tað er imponerandi," sigur Armgarð Arge.

 

Samkomutilknýtið hoyrist aftur

Kári Sólstein heldur, at tað er nokk so stuttligt at lurta eftir tosingarlagnum hjá fólki, og hvussu tey orða seg um bíbilskar tekstir.

"Eftir nakrar sendingar, so hoyrdi eg beinanvegin, um viðkomandi hoyrdi til brøðurnar ella heimamissiónina, ella um tey vóru kirkjufólk ella fríkirkjufólk," staðfestir hann.

"Hetta skal absolutt ikki skiljast neiligt, men tað er hugtakandi, at tað hoyrist so væl, hvar fólk hava hoyrt um og lært bíbilskar tekstir at kenna," útgreinar Kári Sólstein. 

"Skrivað stendur" og aðrar fastar sendingar á skránni eru nú farnar í summarfrí. 

 

Hvat: Skrivað stendur
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hósdagar kl. 17.05 (í vetur), men sendingarnar kunnu hoyrast, tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979