Samráðast nú um løn í útbúgving

Samráðast nú um løn í útbúgving
Hóast lógin kom í gildi 1. mai, er, sum skilst, enn langt á mál til tey, sum eru í Heilsuskúlanum fáa løn
Heilsuskúlin er í skúladeplinum í Suðuroynni.
 
29.05.2025 - 14:55


Hóast lógin kom í gildi 1. mai, er, sum skilst, enn langt á mál til tey, sum taka heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving fáa løn, meðan tey eru í heilsuskúlanum.

Men Heilsuhjálparafelagið, Heilsurøktarafelagiðið og Pedagogfelagið hava verið á samráðingarfundi um lønina við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Heilsuhjálparafelagið sigur, at fundurin, sum var mánadagin, er at meta sum hugarok, har fyrimunir, loysnir og vansar vóru umrødd, umframt sjálva lønina.

Enn eru nógvir leysir endar sum at fáa gjørt kunngerð, útbúgvingarsáttmála og ein leist fyri, hvussu útbúgvingarnar skulu skipast.

Teir endarnar skal Barna- og Útbúgvingarmálaráðið knýta, sigur Heilsuhjálparafelagið.

Næsti samráðingarfundur verður 10. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576