Helgi Winther Olsen vann Leif Mohr Kring Føroyar

Helgi Winther Olsen vann Leif Mohr Kring Føroyar
Samanlagt brúkti Helgi Winther Olsen sjey tímar, 38 minuttir og 13 og eitt hálvt sekund um teinin
Helgi Winther Olsen.
 
02.06.2025 - 07:57

Helgi Winther Olsen vann súkklukappingina Leif Mohr Kring Føroyar, sum endaði við seinasta teininum í Havn í gjár.

Við tí vann Helgi sín triðja tein eftir at Niklas H. Niclassen hevði vunnið triðja og fjórða tein í kappingini.

Tá saman um kom, vann Helgi Winther Olsen við trimum minuttum og seks sekundum aftur til Niklas H. Niclassen og sløkum níggju minuttum aftur til Paula Poulsen.

Samanlagt brúkti Helgi Winther Olsen sjey tímar, 38 minuttir og 13 og eitt hálvt sekund um teinin.

Hjá kvinnunum var Súsanna Skylv tann einasta, sum súkklaði allar teinarnar, og tí vann hon hjá kvinnunum.

Hon brúkti sjey tímar, 52 minuttir og 42,5 sekund um teir fimm teinarnar, sum var fimta besta tíð av øllum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532