Stór íbúðarbygging í Saltangará er slept

Stór íbúðarbygging í Saltangará er slept
Verkætlanin hongur ikki saman fíggjarliga, sigur felagið, sum gjørdi avtalu við kommununa. Nú verður ætlanin boðin út av nýggjum
Upprunaliga var ætlanin at byggja 120-150 íbúðir í Leitinum, men seinni var verkætlanin broytt til 180 íbúðir, sum vóru smærri.
 
02.06.2025 - 13:22

Verkætlanin at byggja 180 íbúðir í Leitinum í Saltangará verður av ongum. Í hvussu er ikki við smápartafelagnum "Í Leitinum."

- Verkætlanin hongur ikki saman fíggjarliga, sigur Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformann í St. Jørgen Ejendomme As.

Tað var í september 2021, at danska felagið, St. Jørgen Ejendomme As., sum føroyingar eiga, gjørdi avtalu við Runavíkar kommunu um at byggja íbúðir í stóru útstykkingini í Runavík. 

Talan var um størsta íbúðarhús í Føroyum, har 400-500 fólk skuldu búgva.

 

Jóhannus Egholm Hansen. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Broytt til 180 íbúðir

Í juni mánaði í fjør segði Joel undir Leitinum, nevndarformaður í smápartafelagnum í Leitinum, sum er dótturfelag hjá St. Jørgen Ejendomme As., at ætlanin tá var, at kommunan skuldi fáa tekningar og umsókn um byggiloyvi um stutta tíð. Men tað helt ikki. 

Upprunaliga var ætlanin at byggja 130-150 íbúðir, sum skuldu vera millum 60 og 167 fermetrar til víddar. 

Ætlanin varð seinni broytt, og íbúðirnar skuldu vera smærri, tilsamans umleið 180 íbúðir. Ætlanin var at byggja í fýra stigum, 

Joel Undir Leitinum hevur í dag onga viðmerking til málið. Hann vísir til Jóhannus Egholm Hansen.

 

 

Bjóða út av nýggjum

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur í dag við Kringvarpið, at kommuna fer nú at gera fyrireikararbeiðið , so at ætlanin kann bjóðast út av nýggjum.

Borgarstjórin í Runavík vil tó ikki gera bandaða samrøðu um málið.

 

Tórbjørn Jacobsen. 

 

Hann sigur, at upprunaliga vóru fleiri, sum høvdu áhuga at gera íbúðirnar í Leitinum. Hann hevur vón um, at onkur av teimum, ella onnur bjóða seg fram at gera íbúðirnar.

- Tað er marknaðurin, sum ger av, um íbúðarætlanin verður til veruleika, men vit vóna, at onkur vísir áhuga fyri ætlanini, sigur Tórbjørn Jacobsen. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062025_I_Leitinum_

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815