Nýggjur fíggjarstjóri í Atlantic Airways

Nýggjur fíggjarstjóri í Atlantic Airways
Høgni Olsen tekur við eftir Marius Davidsen, sum er farin frá fyri aldur
Høgni Olsen, nýggjur fíggjarstjóri, og Marius Davidsen, er er farin frá fyri aldur.
 
04.06.2025 - 13:43

Høgni Olsen er settur sum nýggjur fíggjarstjóri í Atlantic Airways.

Hann tekur við eftir Marius Davidsen, sum nú er farin frá fyri aldur. 

Marius Davidsen hevur tilsamans arbeitt 37 ár í Atlantic Airways. Hann byrjaði sum roknskaparleiðari í 1988. 

Í 1993 gjørdist hann varastjóri, og seinastu 20 árini, t.e. síðani juni 2005, hevur Marius Davidsen verið skrásettur fíggjarstjóri í felagnum.

Í sambandi við fíggjarstjóraskiftið verður móttøka fríggjadagin 6. juni kl. 13-15 á Hotel Vágum, skrivar Atlantic Airways.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890