Flogbóltskvinnurnar tveir dystir á heimavølli

Flogbóltskvinnurnar tveir dystir á heimavølli
Flogbóltslandsliðið við kvinnum spælir tveir Silver League-dystir í Føroyum um vikuskiftið. Dystirnir ímóti Norðurmakedónia og Eysturríki verða í høllini inni í Dal á Sandi
Føroysku flogbóltskvinnurnar skulu royna seg ímóti Norðurmakedónia og Eysturríki
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
05.06.2025 - 12:42

 

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum tekur um vikuskiftið ímóti Norðurmakedónia og Eysturríki í Silver Leage.

Teir báðir dystirnir ímóti Norðurmakedónia fríggjakvøldið og Eysturríki sunnudagin verða spældir í høllini inni í Dal á Sandi.

Farna vikuskiftið spældu føroysku kvinnurnar fyrsta Silver League-umfarið ímóti Lettlandi og Ísrael í Lettlandi. Tað eydnaðist at vinna eitt sett ímóti lettum, har úrslitið gjørdist 3-1 til Lettland, meðan Føroyar taptu 3-0 ímóti Ísrael.

Norðurmakedónia vann 3-0 á Luksemborg, men varð smurt av 3-0 ímóti Sveis. Eysturríki, sum er niðurflytari úr Gullliguni, tapti 3-2 fyri Georgia og vann 3-0 á Íslandi í fyrsta umfari av Silvurliguni.

Silvurligan er triðbesta deildin fyri flogbóltslandslið. 10 tey bestu evropeisku liðini og átta tey bestu úr restini av heiminum spæla í Nations League. Síðan spæla tey næstbestu evropeisku liðini í Gulliguni, og restin hevur rætt til at spæla í silvurliguni um pláss í gullliguni.

 

Dystarætlan:

Fríggjadagin 6. juni kl. 19.00: Føroyar - Norðurmakedónia
Leygardagin 7. juni kl. 17.00: Eysturríki - Norðurmakedónia
Sunnudagin 8. juni kl. 17.00: Føroyar - Eysturríki

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Meira um sama evni