Samanstoytur á Hvítanesvegnum

Samanstoytur á Hvítanesvegnum
Tað sá ógvusligt út, tá tveir bilar í gjárkvøldið rendu frontalt saman, men fólkaskaði var tíbetur eingin
Tað sá ógvusligt út, tí bilarnir stóðu øgiliga langt frá hvørjum øðrum, men tíbetur var eingin fólkaskaði
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
08.06.2025 - 11:13

Tað var tann stóri útrykningurin, tá tveir bilar rendu frontalt saman á Hvítanesivegnum, á strekkinum millum rundkoyringina niðanfyri Føroya Tele og Mannbrekku, stutt fyri klokkan átta í gjárkvøldið.

Tveir sjúkrabilar og tveir bilar frá sløkkiliðnum í Havn fóru á staðið saman við løgregluni, og tað sá einki unniligt út á staðnum, tí teir báðir bilarnir, sum høvdu rent saman, stóðu við umleið 100 metrum ímillum.

Tíbetur fekk eingin av teimum fýra, sum vóru í bilunum, trý í tí eina og eitt í hinum, nakran skaða av samanbrestinum, sum eftir bilunum at døma tykist hava verið rættiliga harður. Tey vóru, sum vanligt er í slíkum førum, koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sambært vakthavandi á støðini í Havn, hava tey øll tað gott og eru útskrivað.

Ferðsluóhappið hendi stutt eftir rundkoyringina og sum skilst er orsøkin, at annar bilurin fór yvir um miðlinjuna og endaði, heilt ella lutvíst, í hinari breytini, og so brast.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fær ikki sagt so nógv annað enn akkurát tað, at tveir bilar rendu saman.

- Vit vita í løtuni ikki, hvør orsøkin til ferðsluóhappið var. Vit vita, at annar bilurin er farin yvir í hina breytina og at bilarnir rendu frontalt saman, og tað er alt sum vit fáa sagt í verandi løtu. Vit kanna málið í løtuni og tá gera vit ikki fleiri viðmerkingar til málið, sigur vakthavandi á støðini í Havn.

Annars hevði løgreglan lítið at gera hvítusunnuaftan. Lítið fólk var í býnum og náttin var stak friðarlig. Kortini fekk ein maður brót fyri brot á politiviðtøkurnar, tá hann ikki aktaði boð frá løgregluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167