Eingi prógv fyri at løgtingið er heimsins elsta lóggávuting

Eingi prógv fyri at løgtingið er heimsins elsta lóggávuting
Undan umrøðuni í Føroyingasøgu frá 1215 hava vit ongar upplýsingar um alting í Føroyum. Íslendingar stovnaðu ein lógfelagsskap við einum felags altingi í 930
 
27.07.2025 - 15:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1698138

 

Viðhvørt hoyrist sagt, at løgtingið er elsta lóggávuting í heiminum.  

Hetta verður helst sagt, tá ið vit gera okkum upp fyri íslendingum, sum siga, at teir eiga tað elsta lóggávutingið í heiminum.

Helst halda vit, at av tí at fólk fluttu fyrr til Føroyar enn Ísland, hava vit eisini ta elstu tingskipanina.  

Spurningurin er so, hvat í veruleikanum kann verða sagt um aldurin á lóggávutingi okkara. 

 

Føroyar høvdu eitt alting

Skipanin við einum løgtingi gongur í Føroyum aftur til seinnu helvt av 1300-talinum.

Tað, sum eyðmerkir eitt løgting er, at tingmenn vóru tilnevndir av umboðsmanni kongs at gera tænastu har. 

Frammanundan miðskeiðis í 1300-talinum var tingið í Føroyum eitt alting.

Tað var eitt ting, har politiskir høvdingar á privatrættarligum grundarlagi skipaðu fyri rættargongdini.  

Bæði í Seyðabrævinum frá 1298 og Føroyingasøgu, sum varð skrivað í Íslandi umleið 1215, hoyra vit um eitt tílíkt ting í Føroyum. 

 

Kunnu ikki siga at løgtingið er elsta ting

Tað at halda ting, var eitt eyðkenni hjá germanskum fólkabólkum langt aftur í fólkaflytingartíðina, millum annað í Noregi.  

Hesa siðvenju tóku niðursetufólkini í útnorðri við sær í víkingaøld, og í tí elstu íslendsku søguni, sum er úr tíðini 1122-33, fáa vit at vita, at íslendingar stovnaðu ein lógfelagsskap við einum felags altingi í 930.  

Undan umrøðuni í Føroyingasøgu frá 1215 hava vit ongar upplýsingar um alting í Føroyum.

Tað vil siga, at vit hava ikki nøktandi grundarlag fyri at halda uppá, at ting okkara er heimsins elsta lóggávuting.  

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983