Djóraverndarfelagið byggir djóraherbergi

Djóraverndarfelagið byggir djóraherbergi
Felagið fær øki við Stiðjagøtu í Havn til herbergið
Djóraverndarfelagið vil byggja herbergið.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.06.2025 - 12:25

Tórshavnar býráð hevur samtykt at lata Djóraverndarfelagnum eitt øki í Vika til djóraherbergi.

Djóraverndarfelagið vil byggja herbergið, sum er 400 fermetrar.

Alt í alt hevur felagið brúk fyri 6.000 fermetrum.

Økið, sum kommunan er sinnað at lata Djóraverndarfelagnum, er við Stiðjagøtu.Talan er um leigutrøð.

Leigarin er sinnaður at lata part av trøðni, sigur býráðið. 

 

 

Djóraherbergið verður í Vika í Havn. 

 

Grannar mæla frá

Málið hevur verið til hoyringar hjá grannunum, sum mæla frá, millum annað tí annað djórahald er har á leið.

Meirilutin í býráðnum heldur ikki, at djóraherbergið fer at órógva annað djórahald.

Minnilutin atkvøddi á býráðsfundinum í gjár ímóti at lata økið til djóraherbergi.

Ferðsluviðurskiftini eru ikki egnað.  Og slíkt virksemi hoyrir ikki heima har, heldur minnilutin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891