Tvey halda fram í Unesconevndini

Tvey halda fram í Unesconevndini
Kringvarpið og Fróðskarparsetrið eru nýggj í nevndini.
Nýggja Unesconevndin:frá vinstu Magnus Dam, Marita Rasmussen, Bergur Djurhuus Hansen,Helena Davidsen, Eirikur í Jákupsstovu, Herleif Hammer, Annika Smith og Jastrið Gullbein Augustinussen.
Mynd: Almanna- og heilsumálaráðið.  
 
22.06.2025 - 10:15


Bara formaðurin í føroysku Unesconevndini og stjórin á Landsbókasavninum halda fram, nú nevndin er vald av nýggjum.

Formaður er Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

Annika Smith er stjóri á Landsbókasavninum. 

Granskingarráðið og Uttanríkistænastan vóru við, men eru ikki við í nýggju nevndini.

Nú eru Kringvarpið og Fróðskaparsetrið við.

Nevdnin er vald fyri fýra ár.

Fjórða nevndin

Hetta er fjórða Unesco nevndin, síðani Føroyar fingu atlimaskap í Unesco í 2009.
 
Unesco er ST stovnurin fyri útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur sett Unesconevndina.

Nevndin hevur havt sín fyrsta fund.

Hon hevur viðgjørt tilmælið hjá fráfarandi nevnd um at virka fyri føroyskari tilnevning av Unesco heimsarvi, biosferuøki ella geolund. 

Biosfera er lívhválv, tann parturin av jørðini, har livandi verur kunnu trívast.

Føroyski báturin, sum í 2021 kom á listan Unesco við siðaarvi hjá mannaættini, er einasta Unescotilnevning, sum Føroyar hava. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162