Vápnahvíld millum Iran og Ísrael

Vápnahvíld millum Iran og Ísrael
Seint í gjárkvøldið boðaði Donald Trump, amerikanski forsetin, frá, at Iran og Ísrael eru vorðin samd um vápnahvíld, sum steðgar stríðnum millum partarnar
Iranskar rakettir raktu Bersheva, sunnaliga í Ísrael í nátt og gjørdu stóra skaða.
Mynd: John Wessels/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.06.2025 - 10:47

Ivasamt er tó um avtalan heldur, tí at eftir at partarnir í morgun søgdu seg taka undir við avtaluni, segði Ísrael, at Iran aftur sendi rakettir móti Ísrael.

Og stjórnin í Ísrael var skjót at siga, at hon fer at hevna tað, at Iran brýtur vápnahvíldina. 

 

Takkaði Trump

Fyrr í morgun takkaði Ísrael annars Donaldi Trump og USA fyri stuðulin og luttøkuna í "at gera enda á iransku kjarnorkuhóttanini".

Tað varð sagt í eini skrivi frá skrivstovuni hjá israelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

- Ísrael hevur gjørt enda á tilveruhóttanini úr Iran - bæði tá ið talan er um kjarnorkuvápn og rakettir, stendur í boðunum.

IDF, ísraelski herurin, hevur vunnið ræðið í luftrúminum yvir Teheran, gjørt stóran skaða á hernaðarleiðsluna og oyðilagt stjórnarmál, skrivar Benjamin Netanyahu.

 

Trump við vápnahvíld

Tað var seint í gjárkvøldið at Donald Trump, amerikanski forsetin, boðaði frá, at Iran og Ísrael eru vorðin samd um vápnahvíld, sum steðgar stríðnum millum partarnar. 

Hetta boðaði hann frá á sosiala miðlinum Truth Sosial.

Vápnahvíldin skuldi byrja klokkan 5 okkara tíð í morgun.

Sambært vápnahvíldini skuldi Iran fyrst steðga við at leypa á Ísrael í 12 tímar. Síðani skuldi Ísrael taka undir við vápnahvíldini og hvørki av londunum skuldi leypa á hvørt annað.

 

Báðir partar skotið og bumbað í nátt

Í nátt hevur Iran skotið fleiri rakettir móti Ísrael og millum annað býurin Beersheva sunnalaga í landinum er raktur. Ísrael hevur eisini bumbað í fleiri støðum í Iran. 

Óvist var tí í nátt um vápnahvíldin fer at halda, men tíðliga í morgun skrivaði Trump, at vápnahvíldin nú er veruleiki.

- Brót nú ikki vápnahvíldina! Donald Trump, forseti í USA, skrivar Trump.

Reuters skrivar, at tjóðarsjónvarpið í Iran í morgun skrivaði, at Iran tekur undir við vápnahvíldini, og at hon er byrjað.

Og fyrr í morgun hevur Benjamin Netanyahu, ísraelski forsætisráðharrin, váttað vápnahvíldina, sum USA kunngjørdi í gjárkvøldið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263